fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Skrivstovunæmingur

Skrivstovulærling til Navigare Shipping

Er tú klár/ur at byrja tína yrkisleið í einum altjóða og spennandi arbeiðsumhvørvi?

Navigare Shipping sóknast eftir einum skrivstovulærlingi til okkara fíggjardeild. Hetta er eitt gylt høvi fyri teg, sum ynskir at menna teg innan skrivstovuyrkið og læra um bókhald í einum altjóða felagi.

 

Vit bjóða tær

Eitt spennandi lærupláss, sum skal menna teg á tíni yrkisleið.

Gott innlit í ymiskar telduskipanir, sum verða nýttar í bókhaldi og fíggjararbeiði.

Upplæring í bókhaldsuppgávum og øðrum skrivstovuuppgávum, sum eru grundleggjandi fyri at skilja altjóða fíggjararbeiði.

 

Vit vænta at tú

Hevur miðnámsprógv og hollar telduførleikar.

Ert fyrikomandi og dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi.

Ert væl skipað/ur og hevur áhuga í skiftandi arbeiðsuppgávum.

Dugir væl føroyskt, danskt og enskt – bæði í skrift og talu.

 

Setan, løn og lærutíð

Lærutíðin er 2-3 ár fyri fulltíðarstarv.

Arbeiðsstaðurin er í Søldafirði, meðan skúlagongdin í lærutíðini verður á Glasi í Tórshavn.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Samverk og FAG.

Starvsbyrjan er 1. september 2026 ella eftir nærri avtalu.

Umsókn

Vit bjóða eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við góðari upplæring og møguleika fyri at arbeiða saman við eldhugaðum starvsfólkum.

Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum v.m., skal sendast til Navigare Shipping, við at trýsta á ”søk nú”. Umsóknin skal vera okkum í hendi skjótast gjørligt og í seinasta lagi 22. mai 2026 kl 15:00.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Arna Rasmussen, fíggjarstjóra, á tlf. 523013, ella við telduposti ar@navigare.fo.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði

 

Lagt út tann
30. apr. 2026
Starv
Skrivstovunæmingur
Starvsheiti
Skrivstovunæmingur
Virki
Navigare Shipping
Deild
Account
Umsóknarfreist
22. mai 2026
Byrjunardagur
01. sep. 2026
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor