Leys størv
Navigari Shipping søkir stýrimenn vegna vaksandi virksemi
Vit bjóða tær:
• Møguleikar at menna teg við viðkomandi skeiðum og líknandi
• Vælskipaðar mannagongdir har tú kemur at sigla í einari 1 til 1 skipan
• At gerast partur av einum reiðarríi í vøkstri
• Eitt gott arbeiðsumhvørvi við denti á samstarv og trivna
• Sosial tiltøk, sum styrkja felagsskapin
• Eitt mennandi og fjølbroytt starv har tú kemur at sigla við øllum frá vindmyllum til soyabønum
Vit vænta, at tú:
• Trívist í eini leiðararollu og megnar at taka ábyrgd
• Dugir at skipað arbeiðið og arbeiða sjálvstøðugt
• Hevur góðar samskiftisførleikar
• Dugir at arbeiða í altjóða umhvørvi við ymiskum mentanum
• Dugir væl enskt, bæði á skrift og í talu
• Hevur góðar KT førleikar
• Hevur grundleggjandi kunnleika innan ISM
Allir umsøkjara mugu í minsta lagi hava hesi prógv:
· Pass
· Siglingarbók
· Heilsuváttan
· Vinnubræv STCW II/2,3 Chief Mate
· Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2, A-VI/3
· Trygdarskeið STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4
· Bátaførara skeið STCW A-VI/2-1
· Heilsuskeið – Sjúkraviðgeri STCW A-VI-4/1 4-2
· GMDSS (GOC)
· ARPA
· ECDIS- AIS
· § 16
Norkst Farledsbevís er ein fyrimunur
Umsókn, saman við lívsrensli og viðmælum, v.m., skal sendast til Navigare Shipping,
við at trýsta á Søk nú.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Paula Højgaard, DPA/Nautical Superintentent á tlf 523010 ella við telduposti til pah@navigare.fo .
Stutt um Navigare Shipping
Navigare Shipping eigur og rekur 13 skip og hevur í alt meira enn 200 ársverk, har virksemið fevnir um Føroyar, Norra, Skotland, Ísland og Pólland. Høvuðssætið er í Søldarfirði, har 23 starvsfólk hava sína dagligu gongd. Vit leggja dent á samstarv, trivnað og menning – bæði fyri starvsfólk og fyritøku.
Dámar tær tekniskar avbjóðingar og eitt arbeiðslív á sjónum, har eingin dagur er eins?
Navigare Shipping leitar eftir einum dugnaligum og ágrýtnum maskinmanni til okkara vaksandi reiðarí. Tú hevur ábyrgd av maskinrúminum og teimum teknisku skipanunum umborð, herundir rakstri, eftirliti og viðlíkahaldi. Arbeitt verður í einari vælskipaðari 1:1 skipan.
Tú arbeiðir sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við manningina, við hjálp frá dekkara til viðlíkahalds- og fyrifallandi arbeiðsuppgávur eftir tørvi.
Vit bjóða tær:
• Møguleikar at menna teg við viðkomandi skeiðum og líknandi
• At gerast partur av einum reiðarríið í vøkstri
• Eitt gott arbeiðsumhvørvi við denti á samstarv og trivna
• Sosial tiltøk, sum styrkja felagsskapin
Vit vænta, at tú:
• Hevur viðkomandi royndir frá skipi ella tekniskum rakstri
• Trívist við ábyrgd og dugir at taka skjótar og tryggar avgerðir
• Hevur góðar leiðslu- og samskiftisførleikar
• Dugir at arbeiða í altjóða umhvørvi við ymiskum mentanum
• Dugir væl enskt, bæði á skrift og í talu og góðar KT førleikar
• Hevur kunnleika til ISM, trygd og viðlíkahaldsskipanir
Allir umsøkjarar mugu í minsta lagi hava hesi prógv:
III/3 - Skipsmaskinistur á 1. stigi
§16 -Skeið í arbeiðsumhvørvi
Førleikaprógv sum brandleiðari STCW VI/3
Trygdarskeið STCW VI/1
Verndartilvitan og venjing - STCW VI/6-1 VI/6-2
Bátaføraraskeið - STCW VI/2-1
Pass
Sjómansbók
Heilsuprógv
Umsókn, saman við lívsrensli og viðmælum, v.m., skal sendast til Navigare Shipping, við at trýsta á ”søk nú”. Umsóknin skal vera okkum í hendi skjótast gjørligt og í seinasta lagi 19. juni 2026.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Anfinn Højgaard, Tekniskur leiðari, við telduposti til anfinn@navigare.fo ella á tlf. 523033.
Send a application