Yvirstýrimaður
Er tú okkara nýggi stýrimaður
Hevur tú hug at sigla í einari 1-1 skipan við alskyns sløgum av farmi millum lond í Norðurevropa?
So er hetta kanska nakað fyri teg
Vit bjóða tær:
• Kappingarføra løn
• Møguleikar at menna teg við viðkomandi skeiðum og líknandi
• Vælskipaðar mannagongdir har tú kemur at sigla í einari 1 til 1 skipan
• At gerast partur av einum reiðarríið í vøkstri
• Eitt gott arbeiðsumhvørvi við denti á samstarv og trivna
• Sosial tiltøk, sum styrkja felagsskapin
• Eitt mennandi og fjølbroytt starv har tú kemur at sigla við øllum frá vindmyllum til soyabønum
Vit vænta, at tú:
• Trívist í eini leiðararollu og megnar at taka ábyrgd
• Dugir at skipað arbeiðið og arbeiða sjálvstøðugt
• Hevur góðar samskiftisførleikar
• Dugir at arbeiða í altjóða umhvørvi við ymiskum mentanum
• Dugir væl enskt, bæði á skrift og í talu
• Hevur góðar KT førleikar
• Hevur grundleggjandi kunnleika innan ISM
Allir umsøkjara mugu í minsta lagi hava hesi prógv:
· Pass
· Siglingarbók
· Heilsuváttan
· Vinnubræv STCW II/2,3 Chief Mate
· Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2, A-VI/3
· Trygdarskeið STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4
· Bátaførara skeið STCW A-VI/2-1
· Heilsuskeið – Sjúkraviðgeri STCW A-VI-4/1 4-2
· GMDSS (GOC)
· ARPA
· ECDIS- AIS
· § 16
Norkst Farledsbevís er ein fyrimunur
Umsókn, saman við lívsrensli og viðmælum, v.m., skal sendast til Navigare Shipping, við at trýsta á "søk nú". Umsóknin skal vera okkum í hendi skjótast gjørligt og í seinasta lagi 6. apríl 2026.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Paula Højgaard, DPA/Nautical Superintentent á tlf 523010 ella við telduposti til pah@navigare.fo .