Maskinstjóri
Dámar tær tekniskar avbjóðingar og eitt arbeiðslív á sjónum, har eingin dagur er eins?
Navigare Shipping leitar eftir einum dugnaligum og ágrýtnum maskinmanni til okkara vaksandi reiðarí. Tú hevur ábyrgd av maskinrúminum og teimum teknisku skipanunum umborð, herundir rakstri, eftirliti og viðlíkahaldi. Arbeitt verður í einari vælskipaðari 1:1 skipan.
Tú arbeiðir sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við manningina, við hjálp frá dekkara til viðlíkahalds- og fyrifallandi arbeiðsuppgávur eftir tørvi.
Vit bjóða tær:
• Møguleikar at menna teg við viðkomandi skeiðum og líknandi
• At gerast partur av einum reiðarríið í vøkstri
• Eitt gott arbeiðsumhvørvi við denti á samstarv og trivna
• Sosial tiltøk, sum styrkja felagsskapin
Vit vænta, at tú:
• Hevur viðkomandi royndir frá skipi ella tekniskum rakstri
• Trívist við ábyrgd og dugir at taka skjótar og tryggar avgerðir
• Hevur góðar leiðslu- og samskiftisførleikar
• Dugir at arbeiða í altjóða umhvørvi við ymiskum mentanum
• Dugir væl enskt, bæði á skrift og í talu og góðar KT førleikar
• Hevur kunnleika til ISM, trygd og viðlíkahaldsskipanir
Allir umsøkjarar mugu í minsta lagi hava hesi prógv:
III/3 - Skipsmaskinistur á 1. stigi
§16 -Skeið í arbeiðsumhvørvi
Førleikaprógv sum brandleiðari STCW VI/3
Trygdarskeið STCW VI/1
Verndartilvitan og venjing - STCW VI/6-1 VI/6-2
Bátaføraraskeið - STCW VI/2-1
Pass
Sjómansbók
Heilsuprógv
Umsókn, saman við lívsrensli og viðmælum, v.m., skal sendast til Navigare Shipping, við at trýsta á ”søk nú”. Umsóknin skal vera okkum í hendi skjótast gjørligt og í seinasta lagi 19. juni 2026.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Anfinn Højgaard, Tekniskur leiðari, við telduposti til anfinn@navigare.fo ella á tlf. 523033.