Yvirstýrimaður
Dámar tær ábyrgd, avbjóðingar og eitt arbeiðslív á sjónum, har eingin dagur er eins?
Navigare Shipping leitar eftir einum dugnaligum og ágrýtnum stýrimanni, sum hevur hug at gerast partur av okkara vaksandi reiðaríi. Tú kemur at sigla í einari vælskipaðari 1:1 skipan og verða ein týðandi partur av manningini umborð, sum flytur alskyns farm kring Norðurevropa.
Hetta er eitt starv til tín, sum trívist við ábyrgd, góðum samstarvi og einum arbeiðsdegi, har bæði leiðsla og fakligheit eru í miðdeplinum.
Vit bjóða tær:
• Møguleikar at menna teg við viðkomandi skeiðum og líknandi
• Vælskipaðar mannagongdir har tú kemur at sigla í einari 1 til 1 skipan
• At gerast partur av einum reiðarríið í vøkstri
• Eitt gott arbeiðsumhvørvi við denti á samstarv og trivna
• Sosial tiltøk, sum styrkja felagsskapin
• Eitt mennandi og fjølbroytt starv har tú kemur at sigla við øllum frá vindmyllum til soyabønum
Vit vænta, at tú:
• Trívist í eini leiðararollu og megnar at taka ábyrgd
• Dugir at skipað arbeiðið og arbeiða sjálvstøðugt
• Hevur góðar samskiftisførleikar
• Dugir at arbeiða í altjóða umhvørvi við ymiskum mentanum
• Dugir væl enskt, bæði á skrift og í talu
• Hevur góðar KT førleikar
• Hevur grundleggjandi kunnleika innan ISM
Allir umsøkjara mugu í minsta lagi hava hesi prógv:
· Pass
· Siglingarbók
· Heilsuváttan
· Vinnubræv STCW II/2,3 Chief Mate
· Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2, A-VI/3
· Trygdarskeið STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4
· Bátaførara skeið STCW A-VI/2-1
· Heilsuskeið – Sjúkraviðgeri STCW A-VI-4/1 4-2
· GMDSS (GOC)
· ARPA
· ECDIS- AIS
· § 16
Norkst Farledsbevís er ein fyrimunur
Umsókn, saman við lívsrensli og viðmælum, v.m., skal sendast til Navigare Shipping, við at trýsta á "søk nú". Umsóknin skal vera okkum í hendi skjótast gjørligt og í seinasta lagi 15. juni 2026.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Paula Højgaard, DPA/Nautical Superintentent á tlf 523010 ella við telduposti til pah@navigare.fo .